OT umsitari til SEV

 


Vit sóknast eftir OT umsitara til Verkfrøðideildina.

 

Starvið
Talan er um fjølbroyttar arbeiðsuppgávur. Tú verður partur av Verkfrøðideildini, ið hevur nógvar spennandi og avbjóðandi uppgávur innan elframleiðslu og býtisvirkir. Á Verkfrøðideildini starvast 8 fólk.
Sum partur av Verkfrøðideildini kemur tú, saman við øðrum á deildini, at taka tær av øllum OT skipanum á SEV. Hetta arbeiði umfatar millum annað DCS skipanir, SCADA skipanir, RTU’ar, PLC og netverk til hesi.

 

Av tøkni, ið arbeitt verður við, kann nevnast:
• Microsoft Windows stýrisskipan
• Active Directory
• vmWare vSphere

 

Av standardum og protokollum, ið arbeitt verður við, kann nevnast:
• IEC 60870-5-104
• IEC 61850
• IEC 61131-3
• IEC 62443
• Modbus

 

SEV

 

Vit bjóða:
• fjøltáttaðan arbeiðsdag
• ávirkan á egið arbeiði
• fakliga menning
• viðkomandi skeið

 


Vit vænta, at tú hevur royndir og førleikar innan OT skipanir. Vit vænta, at tú í øllum førum hevur útbúgving á bachelor støði. Tú dugir væl at greina, og sum heild ert tú væl skipað/ur í tínum arbeiði. Vit vænta, at tú dugir væl at samskifta og samstarva, bæði innanhýsis og við ráðgevar og veitarar, bæði í Føroyum og uttanlands. Neyðugt er, at tú hevur koyrikort til persónbil. Alt landið er arbeiðstaður tín, og tí verður talan um nakað av ferðing og skiftandi arbeiðstíðum. Arbeitt verður tó út frá skrivstovuni hjá SEV í Tórshavn.

 

Løn
Løn sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.

 

Umsóknin
Fleiri upplýsingar um starvið fáast frá Høgna Hansen, leiðara á Verkfrøðideildini, á telefon 210356. Umsóknarfreistin er mánadagin 13. januar 2020.

 

Umsóknir við prógvum og viðkomandi skjølum verða at senda til: starv@sev.fo, viðmerk: OT-umsitari

 

 

SEV tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. 170 fólk starvast hjá elfelagnum undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag SEV framá í týðandi

 

 

Sí pdf

 

 

Skrivstovufólk til Innleggingardeildina hjá SEV


Vit sóknast eftir skrivstovufólki til innleggingardeildina hjá SEV, sum hevur um hendi eftirlitið við at el-innleggingar verða gjørdar sambært galdandi lóggávu

 

Starvið
Arbeiðsuppgávurnar hjá skrivstovufólkinum eru skráseting av fjaravleisingarskipanir, íbindingargjøld, skráseting at nýggjum innleggingum og annars alskyns fyrifallandi skrásetingaruppgávur. Eisini fer tann, sum settur verður, at samskifta munnliga og skrivliga við viðskiftafólk okkara. Talan kann eitt nú vera um ymiskar spurningar, sum hava við elmálarar at gera.
Á Innleggingardeildini hjá SEV starvast 13 fólk. Hesi eru eftirlitsfólk, montørar, elektrikarar og skrivstovufólk.

 

Persónligir eginleikar
• Góðar samskiftisførleikar
• Duga at samskifta við nógv ymisk fólk
• Dugir at hava yvirlit – megna at arbeiða við nógvum skipanum í senn
• Dugir væl og hevur lætt við at seta teg inn í nýggjar telduskipanir
• Tilvitað/ur um góða kundatænastu
• Ein fyrimunur er, um tú hevur royndir við Son Win og AIM

 

 

Fakligir førleikar
Útbúgving innan skrivstovu og góðir telduførleikar – lætt við at seta seg inn í telduskipanir.

 

SEV
Tú fært upplæring í øllum viðkomandi skipanum í tøttum samstarvi við starvsfelagarnar. SEV bjóðar eisini:
• fjøltáttaðan arbeiðsdag, sum tú sjálv/ur hevur møguleika at skipa
• ávirkan á egið arbeiði
• fakliga menning
• viðkomandi skeið

 

Ynskiligt er, at nýggi starvsfelagi okkara gevur sítt íkast til góðan trivna.

 

Løn
Skrivstovufólkið verður sett sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og KAF. Lønarflokkur 3.

 

Umsóknin
Um tú ert áhugað/ur starvinum og hevur eitthvørt at spyrja um, ert tú vælkomin at venda tær til Thomas A. Thomsen, eftirlitsfólk á tlf. nr: 225506. Umsóknarfreistin er 13. januar 2020.

 

Umsóknir við prógvum og viðkomandi skjølum verða at senda umvegis teldupost til: starv@sev.fo, viðmerk: Skrivstovufólk innleggingardeildin

 


SEV tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym allan sólarringin. 170 fólk starvast í elfelagnum undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag SEV framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Vit stremba áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum sum vatni og vindi. SEV er ein fólksins ogn. Allar kommunurnar í Føroyum eiga SEV, sum var stovnað 1. oktober 1946.

 

sí pdf

 

Maskinmeistari til kontrollrúmið á Fossáverkinum

 

Vit sóknast eftir maskinmeistara til at stýra elframleiðsluni í meginøkinum, at byrja skjótast til ber.

 

Starvið
Sum vakthavandi á Fossáverkinum stýrir tú el-framleiðsluni í meginøkinum og býtinum ímillum framleiðslu við vindi, vatni og olju. Harumframt er vakthavandi á Fossáverkinum koplingarleiðari fyri háspenningsskipanina í meginøkinum. Arbeiðsstaðurin er í kontrollrúminum á Fossáverkinum í Vestmanna.
Arbeiðið fevnir eisini um rakstur og hald av Fossáverkinum – bæði sum dagarbeiði og vaktarbeiði uttan fyri vanliga arbeiðstíð.

 

Á Fossáverkinum eru tvær turbinur á tilsamans 6,3 MW. Fossáverkið hevur eisini um hendi samskipanina av framleiðsluni á niðan fyri standandi vatnorkuverkum og vindmyllulundum:
• Mýruverkið við einari turbinu á 2,4 MW
• Heygaverkið við einari turbinu á 4,9 MW
• Eiðisverkið við trimum turbinum á tilsamans 21,7 MW
• Vatnturbinan á Strond á 1,4 MW
• Seks vindmyllur í Neshaga á tilsamans 4,65 MW
• 13 vindmyllur í Húsahaga á tilsamans 11,7 MW

 

Talan er sostatt um tilsamans átta vatnturbinuaggregat og 19 vindmyllur við einum samlaðum mátti á 53,05 MW.

 

 


Fyri at kunna røkja starvið, er krav, at tú hevur fulla maskinmeistaraútbúgving, t.e. víðkað maskinmeistaraprógv. Harumframt er koyrikort til persónbil neyðugt.
Umráðandi er, at tær dámar væl at arbeiða sjálvstøðugt, og at tú trívist við at vera einsamallur á vakt ein stóran part av tíðini.

 

 

SEV
Vit bjóða:
• ávirkan á egið arbeiði
• fakliga menning
• viðkomandi skeið

 

Løn

Starvið verður lønt sambært sáttmála millum SEV og Maskinmeistarafelagið í 12. lønarflokki. Lønin verður ásett eftir starvsaldri frammanundan, sum verður roknaður frá próvtøkudegnum, men er treytaður av fakliga viðkomandi arbeiði síðani tá.
Umframt nevndu løn kann roknast við vaktargjøldum og møguliga av og á eisini úrtíðarløn.

 

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Eyðbjørn F. Petersen, verkmeistara á Fossáverkinum tel. 286901, Jón Nielsen, deildarstjóra fyri net, tel. 210464 ella Hera Mortensen, deildarstjóra fyri framleðslu, tel. 218419.

 

Umsóknir saman við prógvum og møguligum viðmælum skulu sendast til:

 

Elfelagið SEV
Postrúm 319
FO-110 Tórshavn
Att: Bergtóra Høgnadóttir

 

Ella: starv@sev.fo

 

Umsóknir skulu vera SEV í hendi í seinasta lagi mánadagin 13. januar 2020.

 

 

SEV tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. 170 fólk starvast í elfelagnum undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag SEV fram á í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Vit stremba áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum sum vatni og vindi. SEV er fólksins ogn. Allar kommunurnar í Føroyum eiga SEV, sum var stovnað 1. oktober 1946.

 

 

sí pdf