Soleiðis verður tú "elfelagi"

 22-04-2018
Allir elkundar kunnu nú seta upp smáverk á í mesta lagi 11 kW at framleiða elorku til egna nýtslu og inn á netið hjá SEV. Í nýggja samstarvinum bjóðar SEV elkundanum at gerast ein “elfelagi” ella prosumer, sum er enska heitið fyri hetta fyribrigdið

Skipanin fyri smáverk er í fyrstu atløgu ætlað teimum, sum hava hug at framleiða elorku við sólpanelum, smáum vindmyllum ella smáum vatnorkuverkum, ið hava ein mátt á í mesta lagi 11 kW. Av hesum trimum framleiðlsuháttum ber til at brúka sólpanel til at framleiða beinleiðis til egna nýtslu, og yvirskotsframleiðslan frá sólpanelum kann síðani seljast inn á elnetið hjá SEV. Smáar vindmyllur og smá vatnorkuverk skulu bindast beinleiðis í netið hjá SEV.

 

Soleiðis gert tú

1. Tú keypir eitt elverk - t.e. sólpanel, vindmyllu ella vatnorkuverk.

 

2. Tú gerst avtalu um uppseting við seljara, góðkendan elinnleggjara ella aðra fyritøku, sum hevur røttu førleikarnar.

 

3. Tú gerst avtalu við góðkendan elinnleggjara um íbinding í elskipanina. Elinnleggjarin søkir síðani tína vegna SEV um loyvi at binda verkið í elnetið, og samstundis fær hann tær til vega framleiðsluloyvi frá Umhvørvisstovuni.

 

4. Elinnleggjarar avgreiða hesi viðurskifti eftir somu skipan við SEV, sum teir avgreiða allar aðrar íbindingar í elnetið.

 

Um tú hevur spurningar viðvíkjandi skipanini við smáverkum, kanst tú seta teg í samband við hjá Dánial Jógvan Hansson, leiðara á Innleggingardeildini, á tel. 346800 ella á t-posti: djh@sev.fo

 

Prísir fyri keyp av elorku frá smáverkum

Sólpanel            0,75 kr/kWt uttan MVG íbinding innan fyri málaran (á kunda síðuni)

 

Vindmyllur         0,35 kr/kWt uttan MVG íbinding uttan fyri málaran (á SEV síðuni)

 

Vatnturbinur      0,50 kr/kWt uttan MVG íbinding uttan fyri málaran (á SEV síðuni)

 

 

 


Seinastu tíðindi

Fleiri verkætlanir

Fleiri webcast

Tíðindasavn Vís allar Vís allar