Ársuppgerðin 2015 og gjøldini 2016

 16-01-2016

Streymnýtslan verður nú endaliga uppgjørd mánað fyri mánað við fjaravlestri av nýggja málaranum, sum er settur upp á tínum bústaði. Tað merkir, at ákontugjøldini og metta streymnýtslan fella burtur, og at tú fyrst í hvørjum mánaði fært eina rokning frá SEV fyri streymin, tú í roynd og veru hevur brúkt undanfarna mánað. Tú fært fyrstu rokningina í ár eftir nýggju skipanini  – rokningina fyri januar – í fyrru helvt av februar.

 

Á næstu síðu sært tú ársuppgerðina fyri 2015, sum er seinasta uppgerðin, ið inniheldur metta nýtslu, og við hesum ert tú endaliga knýtt/ur upp í fjaravlestrarskipanina hjá SEV.

 

Teir kundar, sum enn ikki eru knýttir upp í nýggju skipanina, ið ger nýtsluna upp mánað fyri mánað, verða við í hesi skipanini frá næsta árskifti.

 

Í sjálvavgreiðsluni á www.sev.fo sært tú tína streymnýtslu og uppgerðir.

 

Ynskir tú at fáa mánaðarligar uppgerðir við telduposti, send so tín teldubústað til sev@sev.fo.